top of page

Reglugerð

Niðanfyri er útgreinað reglugerð, ið er galdandi fyri kundum hjá ORKU Fitness. ORKA Fitness tilskilar sær avgerðarrættin í ivamálum, ið ikki kunnu avgreiðast út frá hesari reglugerð.
Í samband við limaskap og nýtslu av hølum og útgerð hjá ORKU Fitness skal kundin:
  • verða 14 ár ella eldri.
  • vísa sømiligan atburð mótvegis øðrum limum og starvsfólkum.
  • fara væl um hølir, útgerð og aðra ogn, ið ORKA Fitness eigur.
  • seta útgerð uppá pláss eftir nýtslu.
  • reingerða útgerð eftir nýtslu - um neyðugt skal kundin hava handklæði við sær, til at turka sveitta upp eftir sær.
  • venja í innandura skógvum.
  • venja skynsamt, soleiðis at skaðar umgangast. ORKA Fitness tekur onga ábyrgd um skaðar standast av óvæntaðum breki á útgerðini. Ella um ein kemur til skaða undir venjing.
  • sjálvur hava ábyrgd á egnum virðislutum. ORKA Fitness tekur onga ábyrgd av burturmistum ella skaddum virðislutum.
  • ikki spæla tónleik eftir klokkan 21.
  • Ikki sleppa vektir og aðra útgerð í gólvi eftir klokkan 21.
Harafturat er ikki loyvt at roykja og nýta ólóglig stimbrandi evnir í hølunum hjá ORKU Fitness. Ei heldur er loyvt at taka myndir av øðrum kundum hjá ORKU Fitness, í meðan hesir venja og/ella eru í hølunum hjá ORKU Fitness. 
 
Brot á hesa reglugerð kann føra við sær uppsøgn av limaskapi og/ella endurgjaldskravið.

Aðrar reglur

Limaskapur er strangt persónligur, og kann einans nýtast av tí, ið stendur fyri limaskapinum.
ORKA Fitness hevur heimild at broyta upplatingartíðir og prísir. 
Uppsøgn av limaskapi skal boðast frá skrivliga til ORKU Fitness og áðrenn 19. í hvørjum mánað. Uppsøgn skal gerast umvegis okkara heimasíðu, www.orkafitness.fo, undir Limaskapur. Uppsagnartíð er leypandi máni. Limaskapur í ORKU Fitness verður goldin umvegis leypandi gjaldsavtalu og er galdandi í minsta lagi tveir mánaðir.
  • Grey Facebook Icon
bottom of page